Vælkomin til heimasíðuna hjá Ruth Smith Savninum »
Ruth Smith-fagnaður í Vági
Ruth Smith varð borin í heim í Vági hin 5. apríl 1913. Hin 5. apríl 2013 eru tað sostatt liðin 100 ár síðan hon varð fødd, og tað ætlar felagið Skálin við Skálá at hátíðarhalda í eina viku. Á skránni verða eitt nú listaframsýningar og konsertir. Tiltøkini byrja mánadagin 1. apríl í Musikkskúlanum á Vágsvegi 44, har Sirið Stenberg, forkvinna í Mentanarnevnd Vágs Býráðs setur fagnaðardagarnar við røðu. Tiltøkini halda fram alla vikuna og enda leygardagin, har eitt nú morgunmatur er á skránni í Musikkskúlanum, tað er Vágs býráð ið bjóðar til morgunmat og Dennis Holm, borgarstjóri, fer at bjóða vælkomin. Nevnast kann eisini, at framsýning við málningum hjá Hansinu Iveren, sum er skyldkona Ruth Smith, verður alla vikuna í Musikkskúlanum (Framtíðini).
Fríggjadagin 5. apríl verður farið í Gamla Kirkjugarð (beint við Statoil) kl. 16.30, har vitjað verður við grøvina hjá Ruth Smith. Minnispláta til heiðurs fyri systkjunum Ruth og William Smith, verður avdúkað av Sirið Stenberg, síðan verður farið vestur á Ruth Smith Savnið, har sjálvsmynd ognað savninum, verður avdúkað, og bringumynd av Ruth Smith, sum Gianfranco Nonne hevur gjørt og Lions Club Suðuroy hevur latið savninum, verður avdúkað av Einari Larsen. Ljómur fer eisini at syngja.
Til ber at síggja alla skránna við at trýsta her.
Upplatingartíðir »
Ruth Smith Savnið hevði hesar føstu upplatingartíðir í juni, juli og august 2021. Um bólkar ynskja at vitja savnið, set teg so vinarliga í samband við ein av nevndarlimunum, t.d. Ásgerð Stenberg á telefon 221215 ella 373455 ella Maud Benjardøgg á tfl. 573044. Ruth Smith Savnið er í Gamla Skúla (gulur og brúnur bygningur) á Vágsvegi 101, beint við handlarnar vesturi á Gørðunum.

Mynd av Gamla Skúla. Ruth Smith savnið er í miðhæddini.
Bók um Ruth Smith

Bók um Ruth Smith
eftir Dagmar Warming |

Mynd av Ruth Smith |
Bók um Ruth Smith, listakvinnu, kom út í januar 2007. Tað er Dagmar Warming, listafrøðingur, sum hevur skrivað bókina. Bókin bleiv løgd fram alment hin 26. januar 2007, sama dag sum stór listaframsýning var í Listaskálanum við meira enn 100 oljumálningum, nógvum tekningum og nøkrum akvarellum eftir Ruth Smith. Dagmar Warming var við til at fyrireika stóru listaframsýningina um Ruth Smith. Dagmar segði við Útvarpið, at Ruth Smith var rættiliga egin í føroyskum listahøpi.
Á heimasiðu teirra skrivaði Útvarp Føroya m.a. soleiðis um Ruth Smith hin 26. januar 2007:
"Ruth Smith var ættað úr Vági. Nógv verk, ofta naturalistisk realistisk, málaði hon á Nesi í Vági í 50-unum, til hon doyði í 1958, bert 45 ára gomul. Málningar eru eisini frá tíðini, tá hon búði í Lemvig og í Keypmannahavn, har hon fekk útbúgving á danska listaháskúlanum."
Bókin fæst til keyps í Ruth Smith Savninum og í bókahandlum kring landið.
|
Ymiskt »
Málningarnir settir í stand 2008
Eftir at Ruth Smith málningarnir, sum hoyra til Ruth Smith Savnið í Vági, høvdu verið partur av serframsýning á Ribe Kunstmuseum, blivu teir restaureraðir hjá Dorthe Aggerholm, konservator. Listasavn Føroya brúkar eisini sama konservator til teirra listarverk. Les um hvussu Dorthe Aggerholm, kunstkonservator, greiðir frá um hetta arbeiði (á donskum).
Listasavn Føroya hevði Ruth Smith serframsýning í 2007 »
26. januar - 9. april 2007 var Ruth Smith savnið úr Vági útlánt til Listasavn Føroya í Havn, tá tey høvdu serframsýning við verkum hennara. Les meira um serframsýningina á art.fo.
Sjálvsmynd á savninum »
Myndin ovast til høgru er sjálvsmynd av Ruth Smith, sum hon málaði í 1941. Oljumálningurin hongur í Ruth Smith Savninum í Vági. Í 2008 var hesin málningur lántur út til listasavnið Leopold Museum í Eysturríki. Les meira á art.fo
Listaverkini heimaftur komin »
Málningar og tekningar hjá Ruth Smith sum vanliga hanga í Ruth Smith Savninum í Vági hava verið útlántir til Listasavnið í Ribe (Ribe Kunstmuseum) til eina serframsýning 18. januar til 30. mars 2008. Tey høvdu eisini lánt Ruth Smith verk frá Listasavni Føroya og frá privatum, í alt umleið 60 málningar og tekningar. Málningarnir eru nú komnir heim aftur. Ruth Smith Savnið letur upp aftur 31. mars. Les meira um framsýningina hjá Ribe Kunstmuseums á heimasíðu teirra. (Niðast á síðuni)
|